Thorfinn Nielsen stovnaði fyritøkuna 1. august 1987 saman við konu síni, Jórun Nielsen. Hann var einasti elektrikkarin, og hon førdi bókhaldið. Fyritøkan helt til í kjallaranum heima hjá teimum í Sandavági.
Vit hava gjørt el-arbeiði í Vágum og kring landið síðani 1987. Í dag gera vit el-innleggingar, seta upp sólorkuverk og veita smá vatnorkuverk. Vit hjálpa bæði við smáum arbeiði heima við hús og stórum verkætlanum hjá fyritøkum.
Thorfinn Nielsen stovnaði fyritøkuna 1. august 1987 saman við konu síni, Jórun Nielsen. Hann var einasti elektrikkarin, og hon førdi bókhaldið. Fyritøkan helt til í kjallaranum heima hjá teimum í Sandavági.
Fyritøkan varð gjørd til smápartafelag og fekk navnið Sp/f Thorfinn Nielsen.
Fyrsti lærlingurin varð settur í starv um túsundáraskiftið.
Í mai fluttu vit í nýggjan bygning á Hillingartanga eftir nærum 25 ár í kjallaranum. Har fingu vit størri verkstað og betri umstøður. Vit lótu eisini upp handil við hvítvørum, búnýti og tólum.
Í oktober 2026 yvirtóku vit VatnOrku frá Ólavi Poulsen og gjørdust samstundis umboð fyri italska vatnmylluframleiðaran IREM. Vit taka okkum av øllum arbeiðinum við smáum vatnorkuverkum, frá ráðgeving og planlegging til rørarbeiði, bygging, uppseting og el-arbeiði.
Les um smá vatnorkuverk →Sig okkum, hvat tú hevur brúk fyri, so finna vit eina loysn saman.
Ring til okkara og fá eitt óbindandi tilboð.
333 117Takk fyri fyrispurningin.
Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt.